Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Mold- og eyrgoymslan fyribils flutt

klaksvik.fo

Vegna umskipan av mold- og eyrgoymsluni á Bumsharmi verður øll móttøka av mold og eyri avskipað uppi á Fløtum, Klaksvík frá 10. sep. til 12. sep. 2025

 

Fyribils mold- og eyrgoymslan letur upp mikumorgun kl.10.00 10. sep. 2025. 

Avgrevsturin skal skiljast, so at mold, eyrur og grót verður lagt hvør sær, og alt tilfarið skal leggjast út í samráð við arbeiðsfólkið á staðnum.

Koyrt verður niðan til tyrlupallin har ein fyribilsvegur leiðir ferðsluna niðan á uppdyrkingarvegin á Fløtum.

Urtagarðsleivdir so sum greinar og trø kunnu tó burturbeindast á Bumshamri.

Eru spurningar ella ivamál vinaliga seti tykkum í samband við Grótbrotið á tlf. 228280 ella Miðlan tlf. 410000.