Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Meirathon – eitt øðrvísi og atkomuvinaligt rørslutiltak í Tórshavn 14. september

CP Føroyar

Sunnudagin 14. September kl 15..00 -17.00 skipar CP Føroyar, sum er eitt undirfelag hjá MEGD  fyri Meirathon fyri fyrstu ferð í Tórshavn – eitt rørslutiltak, har øll kunnu luttaka, eisini tey, sum vanliga ikki hava møguleika at vera við á ítróttartiltøkum.

 

 

Talan er ikki um kapping, men um at røra seg so nógv, sum ein megnar – hvør í sínum egna lag. Á skránni er eitt atkomuvinaligt mini-triatlon við ymiskum aktivitetum, m.a. eitt “centimetur-marathon”, har hvør rørslusentimetur telur.

Alt tiltakið er gjørt atkomuvinaligt:

  • Lætt og greið samskiftismerking á leiðini
  • Atkomuvinalig WC á rutuni
  • Møguleiki at ganga tað, man megnar – ella koyra í egnum koyristóli / verða skumpaður
  • Benkir og hvíldarstaðir á vegnum
  • Møguleiki at venda aftur, tá ið man sjálvur ynskir

Tiltakið byrjar á Vaglinum og til Boðanesheimið – og so aftur til Vagli. Á skránni verða eisini undirhald og smáar verkstovur.

Øll eru vælkomin – børn, vaksin, eldri, fólk við rørslu- og menningartarn, familjur og vinir.

Billettir skula bíleggjast á atgongumerki.fo og kosta 50 kr.