Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Norðoya Bátafelag byrjar nú uppá vetrarskránna

Norðoya Bátafelag

Nú summari er av og bátaeigarir hava brúkt tíð sína í bátunum, er stundin komin at vit hittast aftur til hugna og jaligt prát

 

 

Morgumatarhugni

Vit byrja í morgin, leygarmorgun, har vit bjóða øllum bátaáhugaðum til ókeypis morgunmat frá kl 09.30 til 11.30 í hølinum hjá Norðoya Bátafelag sum er á gamla Roykivirkinum á Faktorsvegi, og tað verur hvønn leygarmorgun í allan vetur.

Eisini ætlar Norðoya Bátafelag at hava ymiskt tiltøk í heyst og vetur har vit bjóða limum okkara til hugna av ymiskum slag, nærri um tað verður kunnað á okkara síðu á Facebook.

 

Jóhanna Hansen

Forkvinna