Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

5.d og Mentan og umhvørvi

skulatrod.fo

Í lærugreinini Mentan og umhvørvi, hava næmingarnir í 5.d verið eina postarenning, sum eina eftirmeting av tí, sum tey hava hoyrt og sæð seinastu tvær vikurnar

 

Næmingarnir hava m.a verið busstúr, har farið var av ovarlaga í Klaksvík, og hugt varð útyvir býin.

Teir hava verið í neystinum hjá klaksvíkar róðrarfelag og sæð kappróðrarbátarnar, og hoyrt hvussu alt eitur í einum føroyskum kappróðrarbáti.

At læra um nærumhvørvið og okkara mentan og mentanararv hevur stóran týdning í hesum fakinum, sum 5.flokkarnir á Skúlatrøð hava sum ein part av handaverk og list.