Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Sámuel Akselsson Heldarskarð vunnið tvær virðislønir

Jóhann Lützen

Herfyri varð stuttfilmurin Ein Raskur Drongur vístur á filmstevnu í norður-Noregi. Filmurin er ein dramatisering av lokalari søgu úr Klaksvík og varð filmaður í Kunoy.

 

Filmurin er ein dramatisering av veruligum hendingum, tá Karl Johansen, ofta nevndur Karl í Ánunum, avlívaði familjuhundin Rolf. Søgan hevur ljóðað á fleiri norðurlendskum festivalum, har ungi høvuðsleikarin úr Klaksvík, 9-ára gamli Sámuel Akselsson Heldarskarð, hevur vunnið tvær virðislønir fyri ávikavist besta debutant og besta barnaleikara.

Tað kanst tú lesa um í Norðlýsið blaðnum, sum er komið út í matvøruhandlarnar – tað er púra ókeypis at taka heim við. 

Vit hava eisini vitjað úti á Hulki hjá fyritøkuni KRAFTA. Lesið um teirra spennandi ætlanir. 

Ósá hevur eisini síni boð uppá hví KÍ vann FM í ár. 

Her kann Norðlýsið fáast

  • Inn
  • Heygabúðin
  • FK
  • Bónus
  • Amarant
  • Effo
  • Magn