Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Veðrið um vikuskifti

Hanus Kjølbro

Tað er enn luft úr Norðuramerika, sum rekur hendaveg. Hon ornar á vegnum ímóti okkum, tíbetur. Hetta mynstrið hevur verið í nakrar dagar, men nú kemur broyting í.

Í morgin fer rákið at stava frá Miðevropa. Hann fer tí at liggja av landsynningi og suðuri næstu vikuna ella so. Eisini á jólum!

Tað er og hevur verið eitt lítið lot av ymsum ættum í dag, minni enn 5 m/s, smáskýggjað og yvirhøvur turt, í kanska okkurt ælið. Hitin 4 til 9 stig. 

Í morgin eitt sindur meira vindur, lot til frískt lot av landsynningi, 3 til 8 m/s, samdrigið og okkurt ælið, í støðum tám ella driv. Seinnapartin og frameftir hálvskýggjað og yvirhøvur turt. Hitin í morgin 3 til 8 stig.

Sunnudagin aftur lot til frískt lot av landsynningi, 3 til 8 m/s, hálvskýggjað og yvirhøvur turt, í støðum tám ella mjørki. Hitin 3 til 8 stig.

Gott vikuskifti.