Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, , ,

Sigur til H71 á Stjørnuni

Oliver Joensen

Tað var eitt nakað skert stjørnulið, sum í dag tók ímóti H71. Julia Nalviko, Joan Sørensen og Janncy H. Poulsen vóru ikki tøkar hjá Stjørnuni í dag. Tað gekk javnt á stóran part av fyrra hálvleiki, tó var tað H71 sum hevði munin, og stutt fyri hálvleik fekk H71 økt um leiðsluna, soleiðis at hálvleiksstøðan gjørdist 19-13 til gestirnar.

Fleiri mistøk í seinna hálvleiki kostaðu Stjørnuni dýrt, og tá seinni hálvleikur var 20 mininuttir gamal, var støðan 32-21 til H71. Næstu løtuna gekk betur hjá Stjørnuni, og tá umleið fýra minuttir vóru eftir at leika, var leiðslan hjá H71 minkað til fýra mál, støðan var tá 27-23 til H71. Endaliga úrslitið gjørdist 28-34 til H71.