Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

KÍ hevði fyrstu venjing í kvøld

Jákup Ósá

Í kvøld byrjaði KÍ uppá felagsvenjingarnar.

Kavin var ruddaður av vøllinum, men heilt grønur blívur vøllurin ikki í slíkum køldum veðri.

Til fystu venjingina sást, at fleiri leikarar dragast við skaðar ella snuddir, tí bara 14 útileikarar vóru, og tá vóru tríggir ungir lokalir, sum ikki hava sáttmála, men sum fáa møguleikan at vísa seg fyrstu vikurnar. Teir, sum ikki vandu, hava havt venjingar av øðrum slag og í summum førum ansa leikarar eyka væl eftir, tá vøllurin er frystur, tí tað økir vandan fyri skaðum. Tí hevur tað í summum førum kanska ikki tað stóra uppá seg, hóast teir ikki vandu á vøllinum.

Leikararnir sum vandu fulla venjing á vøllinum hesa fyrstu venjingina vóru:

Mark F. Jensen

Sebastian John

Rani Josephsen

Jóannes K. Danielsen

Gilli R. Sørensen

Gaston Tellechea

Jákup N. Vilhelmsen

Robert Williams

Daniel Johansen

Filip Maslyk

Jákup B. Andreasen

Hallur Hansson

Martin Gonzalez

Ezra Lukama

Filip Brattbakk

John Ziska Joensen

Árni Frederiksberg

Harleywoodpaint