Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

U18 dreingirnir endaðu á 3. plássi

Flogbóltssamband Føroya

Eftir 3-0 tap ímóti Íslandi er greitt, at føroysku dreingirnir mugu taka til takka við einum 3. plássið í EM undankappingini í Írlandi

 

Fyrsta settið byrjaði annars við, at føroyska liðið tók Ísland á bóli. Føroysku U18 dreingirnir vóru á odda til støðuna 23-23, men mistu so fyrsta settið á stokkinum.

Í øðrum og triðja settið var ongantíð ivi um, at Ísland var sterkari enn Føroyar og vann Ísland tí hesi bæði settini greitt.

Hetta merkir, at føroysku dreingirnir enda á einum 3. plássið aftanfyri Ísland og Írland, sum seinni í dag leika um 1. og 2. plássið í kappingini.

Venjarin Rajko Petrovic metir, at talan er um eitt gott føroyskt avrik. – Eg havi arbeitt í tveir mánaðir við einum óroyndum liðið og við tí í huga hava dreingirnir klárað seg betur enn væntað, sigur Rajko.