Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Kjølur Open

Jóhann Lützen

Komandi vikuskiftið verður Kjølur Open telvað í Klaksvík. Øll eru vælkomin at luttaka.

 

 

Stað:

Telvað verður í skúlanum á Skúlatrøð

Telvað verður soleiðis:
Kappingin byrjar fríggjadagin 30. januar kl. 19.00, tá ið 3 kvik talv verða telvað.
Leygardag verða 4. og 5. umfar telvað, kl. 10.00 og kl. 15.00. (Langtalv)
Sunnudag verða 6. og 7. umfar telvað, kl. 12.30 og kl. 16.30. (Langtalv)

Vinningar:
Nr. 1 – 1500 kr.
Nr. 2 – 1000 kr.
Nr. 3 – 500 kr.
Virðislønir verða latnar nr. 1, 2 og 3, umframt 2 x ratingvirðislønir á 300 kr.

Luttøkugjaldið er 100 kr fyri vaksin og 50 kr fyri børn undir 16 ár. Skal gjaldast á staðnum áðrenn telvað verður fríggjakvøldið 30. januar.

Tilmelding:
Seinasta freist at melda til er hósdagin 29. januar kl. 15.00. Tilmelding fer fram á netinum við at trýst her: Tilmelding til Kjølur Open 2026

Eru spurningar kunnu tit skriva til kappingarleidarin@faroechess.com

Møtið Fjølment !
Klaksvíkar Talvfelag og Talvsamband Føroya