Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Styrkt samstarv um vinnukavaraútbúgvingar í Føroyum og Danmark

Jóhann Lützen

Í dag hava føroyski vinnukavaraskúlin Faroe Dive Sp/f og Nordsjællands Brand- og Dykkerskole í Helsingør undirskrivað eina samstarvsavtalu.

 

Avtalan hevur til endamáls at styrkja og víðka útboðið av tíðarhóskandi og fakliga grundaðum vinnukavaraútbúgvingum í Føroyum og Danmark. Samstarvið fevnir m.a. samstarv innan undirvísing og venjing, og felags menning av útbúgvingum, ið lúka galdandi krøv og framtíðar tørv innan vinnukaving.

Við avtaluni verður lagdur dentur á høga góðsku, trygd og fakliga menning, og hon skal vera við til at tryggja, at vinnukavarar í londunum báðum fáa atgongd til útbúgvingar, ið eru í samsvari við altjóða krøv og bestu praksis innan økið.

Samstarvsavtalan er eitt týðandi stig í arbeiðinum at styrkja vinnukavaraútbúgvingar í Føroyum og Danmark og at byggja varandi faklig sambond millum útbúgvingarstovnar í Norðurlondum.

 

Harleywoodpaint