Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Skannað fyri bróstkrabba á Klaksvíkar Sjúkrahúsi í summar

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur

Um alt gongur eftir vild, so fer Klaksvíkar Sjúkrahús komandi summar (2026)  eisini at skannað kvinnur við bróstkrabba.  Hetta upplýsir Margit Stórá  landsstýriskvinna í heilsumálum í svari uppá fyrispurning frá undirritaðu um skannaran á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Hetta er gleðiligt og boðar frá góðum. Eg fari at fylgja væl við, at hetta gerst veruleiki.

 

Í  januar 2026  byrjaði Sjúkrahúsverkið uppá útgreiningar- og fyrireikingararbeiðið, sum skal til, fyri at seta MR-skanningar av bróstum í verk. Tað er MR-toymið í Sjúkrahúsverkinum, við starvsfólkum frá bæði Klaksvíkar sjúkrahúsi og Landssjúkrahúsinum, sum gera útgreiningar- og fyrireikingarbeiðið. Tá hetta er klárt, skulu skanningar av bróstum gerast í 3Tesla skannaranum á Klaksvíkar sjúkrahúsi. Væntandi verður klárt at skanna aftaná summarferiuna í ár.  

Hetta hevur landsstýriskvinnan í Heilsumálum svara mær í einum 52a fyrispurningini í samband við skannarin á   Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Fyrispurningurin snúði seg m.a. um,  um 3T skannarin á KS blívur brúktur til skanning av    bróstkrabba.

Landstýriskvinnan sigur eisini í svari sínum, at í løtuni verður MR-skannarin á landssjúkrahúsinum dagførdur.  Um trupulleikar eru við at klára at gera  skanningar meðan dagføringin fer fram, so vóni eg at sjúklingar hesa tíðina kunnu blíva sendir norð í 3T skannaran á Klaksvíkar sjúkrahúsi, so teir ikki koma at bíða óneyðugt eftir skanning.     

 

Alt svarið til fyrispurning sæst her við at trýsta á linkið:

https://www.logting.fo/mal/mal/?id=11444