Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, ,

Listaframsýningar á Torradøgunum

Dávur Winther

Tað eru fleiri listaframsýningar á Torradøgunum – allar dagarnar

Kl. 14.00 -16.00 Varpið – Foyerin

Norðoya Listafelag sýnir fram listaverk í kjallaranum í Varpinum.

Ein afturlítandi framsýning við verkum hjá Norðoya Listafelag.

 

Kl. 15.00 -18.00 Gamla Seglhúsið   

Frí listaframsýning við ymsum listamálarum

Framsýningin er opin allar dagarnar í Torravikuni

Gamlaseglhusid.fo

 

Kl. 16.00 -18.00 Gallarí Á Stongunum

Listaframsýning við Heidi Petersen og Jákup Lervig.

Á Torradøgum og eftirfylgjandi dagarnar,

16. februar – 1. mars er listaframsýning í Gallarí Á Stongunum.

Heidi Petersen

Heidi er útbúgvin lærari og býr í Tórshavn. Síðani hon fekk egið verkstað á sumri í 2013 er verulig gongd komin á skapandi listina, og í mong ár hevur hon arbeitt við málningalist burturav. Heidi hevur havt listaframsýningar í Føroyum og uttanlands.

Jákup Lervig

Jákup er útbúgvin verkfrøðingur og byrjaði í 2008 at mála. Myndaevnini eru sera ymisk, men ofta við einum humoristiskum vinkli. Seinastu árini hevur hann brúkt stóran part av frítíð síni til at mála. Jákup hevur havt fleiri framsýningar í Føroyum og Danmark.

Sí Torraskránna her