Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Julian rann seg til enn eitt met

Jóhann Lützen

NS hálvmaraton varð runnið í Klaksvík í gjár. Julian Gregersen úr Treysti rann teir góðu 21 kilometrarnar við tíðini 1:07:28

 

Hjá monnum var stórur spenningur undan kappingini. Julian Gregersen hevði eina greiða ætlan um at renna skjótt – og tað eydnaðist.

Við hjálp frá Janus Beck Aagaard, sum helt ferðina, eydnaðist Julian at seta nýtt føroyskt met á hálvmaraton við tíðini 1:07:28, ein betring upp á 29 sekund.

Nummar tvey gjørdist Oliver Granhøj við tíðini 1:16:58, og Daniel Hansen tryggjaði sær triðja pláss við tíðini 1:18:58.