Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Føroysk lúsadata í heimsflokki

Jóhann Lützen

Góð data eru neyðug, tá avgerðir skulu takast og tá granskingarverkætlanir skulu skipast. Føroysk lúsadata hava eina góða góðsku og eru álítandi.

 

Líka síðani tær fyrstu lúsateljingar byrjaðu í 2009 hevur Firum havt hesa uppgávu. Tað byrjaði við, at framsíggin starvsfólk á Fiskaaling, sum var navnið á Firum fram til 2024, fóru undir at telja lús á alilaksi og skipa hetta sum eina tænastu til alivinnuna. Í 2016 bleiv tað staðfest í lúsakunngerðini, at tað er Firum sum skal telja tær lógarkravdu lúsateljingarnar.

Á Firum taka vit hesa uppgávu í størsta álvara og leggja nógv fyri at fáa góð og álítandi tøl.