Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Setið borin í nú!

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur

“…Hampuliga góð sannlíkindi eru fyri, at tað liggja fleiri hundrað milliónir tunnur av olju á føroyska-bretska markinum og beint okkaru megin markið”.

 

Soleiðis ljóðaði í útvarpstíðindini á døgurða í dag.

Nógv tey seinastu árini havi eg fleiri ferðir verið frammi og víst á tað alneyðuga í, at vit aftur seta gongd á oljuleiting í føroyskum øki.

Tað sýnist nú, tíbetur, sum at fleiri og fleiri, bæði innan og uttan fyri Løgtingið, eru samd við mær í hesum. Hetta er eisini upp á tíðina. Tí nú mugu vit gera skjótt av og handla.

Jarðfeingi og Orkan.fo eiga annars eina stóra tøkk fyri teirra ágrýtni og megnar arbeiði gjøgnum árini.

 

Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur