Klaksvík
5,2°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Tríggir altjóða dystir í Klaksvík komandi vikurnar

Jákup Ósá

Longu týskvøldið er fyrsti dystur, tá KÍ spælir í Champions League.

Eitt sera spennandi summar liggur fyri framman í altjóða fótbólti og eins og í fjør, so hava trý av teimum fýra liðunum valt at spæla sínar heimadystir í Klaksvík.

Týskvøldið leggur KÍ fyri í Champions League og bara tveir dagar seinni spælir NSÍ í Conference League. Eina viku seinni spælir Víkingur í Conference League. Mótstøðuliðini koma frá Luksemborg, Malta og Íslandi. Hetta gevur føroysku liðunum møguleikar at spæla seg víðari, men hvussu góðir møguleikarnir eru er torført at siga enn.

Skráin fyri dystirnar í Klaksvík:

7. juli kl. 19.45: KÍ-Bissen

9. juli kl. 19.45: NSÍ-Hamrun Spartans

16. juli kl. 18.00: Víkingur-Stjarnan