Munurin øktist frá teimum báðum fremstu og aftur til Klaksvíking.
Tað gjørdist ein sera spennandi kapping millum Ormin Langa og Havnarbátin á Fjarðastevnu í Vestmanna í dag. Endin var, at Ormurin Langi vann beint frammanfyri Havnarbátin. Klaksvíkingur fylgdi ikki við hinum báðum og var heili átta sekund aftanfyri á málinum.
KRF vann tríggjar róðar í dag. Tekla í barnaróðri gentum, Fípan Fagra hjá U18-dreingir og Fípan Fagra hjá kvinnum.




