Klaksvík
12°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Viðareiðis Dansifelag stovnað

Jóhann Lützen

Fríggjadagin 3. juli varð yngsta dansifelagið í Føroyum stovnað. Eftir fimm ár, har ung á Viðareiði hava dansað føroyskan dans saman, varð nú stigið tikið at stovna eitt skipað felag.

Tað byrjaði við, at ein lítil bólkur fór undir at dansa í Viðareiðis skúla. Seinni fingu vit høli í Gamla Skúla, og har tók virksemi veruliga dik á seg. Kristian Jacobsen og Jón Rói Høgnesen hava undirvíst í ymiskum føroyskum dansispølum, og tað førdi til, at alsamt fleiri fólk – eisini úr øðrum bygdum í Norðoyggjum – komu upp í felagsskapin.

Gjøgnum árini hevur bólkurin skipað fyri fleiri væleydnaðum tiltøkum og túrum, sum hava styrkt felagsskapin og áhugan fyri føroyskum dansi.

Tá Gamli Skúli skuldi umvælast, mistu vit okkara føstu dansihøli. Síðani hava vit verið noydd at læna ymisk høli, men hóast avbjóðingarnar hevur áhugin bara vaksið. Limatalið er støðugt hækkað, og tí varð mett, at tíðin nú var búgvin at stovna eitt veruligt dansifelag.

Á aðalfundi, sum varð hildin á hotellinum á Viðareiði 3. juli, varð Viðareiðis Dansifelag formliga stovnað. Á fundinum varð eisini nevnd vald at standa á odda fyri felagnum.

Viðareiðis Dansifelag er eitt ungdómsfelag, sum hevur til endamáls at savna ung við áhuga fyri føroyskum dansi, serliga í Norðoyggjum. Við felagnum er vónin, at føroyski dansurin framhaldandi fer at liva og mennast millum yngra ættarliðið.