Havi roynt hotellið í miðbýnum – beint við sjógvin
Einastandandi, serstakt og fantastiskt! Tað er niðurstøðan hjá mær og gestunum, sum eg varðliga royndi at fáa eina lítla viðmerking frá.
Teir vóru frá Brasil, Danmark og aðrastaðni, høvdu búð á fýra ymskum hotellum í Føroyum. Hetta var “Outstanding, fantastisk” og ikki minst útsýnið við vágni og fjøllunum umkring, lótu tey at.
Tað, sum eisini ger hotellið so fjálgt, er nógva timbrið – stóra flotta timburtrappan mitt upp gjøgnum hotellið, umframt tvær lyftur, ljóðgóðskan og mongu góðu krókarnir bæði í lobby-ini, og kaffiteriani, sum ikki er so yvirvaksin.
Men hetta við hópin av nógvum góðum detalium, sum eru vandaliga væl valdar og umhugsaðar við innbúgvi og húskiráðum sum gløs, tallerkum og øllum til borðiskin. Eins og alt, ið er inni á kamarinum eisini er væl umhugsað.
Tænastsan frá mongu fólkunum er so deiliga heimlig, fjálg, dugnalig og vinarlig!
Eitt fantastiskt stað mitt í býnum, har atkitekturin, Ósbjørn Jacobsen frá Henning Larsen, enn eina ferð hevur rakt seymin á høvdið!
Takk til byggiharran, CiG-samtakið og Kanjon og øll hini, sum so hava fingið hetta at borið til!
Hetta er ein íløga í framtíðina, sum vil nakað! Nú er at duga at fylla karmarnar.
Tú, sum vil tær og tínum væl, má bert royna hetta.









