Klaksvík
13°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Ikki bara fáa ung heim, men fáa tey at velja Føroyar

David Thomassen

Exit Føroyar hevur fylt nógv í almenna kjakinum seinastu árini. Ofta snýr kjakið seg um, hvussu vit fáa ung heimaftur eftir loknan lestur, men kanska eiga vit eisini at spyrja: Hvussu gera vit Føroyar til eitt betri og meira lokkandi lestrarstað?

Í sendingini luttaka Bjarni Kárason Petersen, løgtingsmaður fyri Framsókn, og Mekhala O. Kollslíð, sum hevur lisið bachelor í Danmark og kandidat í Føroyum.

Í samrøðuni verður tosað um munin á lestrarlívinum í Føroyum og Danmark. Mekhala O. Kollslíð heldur, at hóast nógv gott er at siga um at lesa í Føroyum, so saknar hon tann sterka felagsskapin, sum eyðkennir nógv lestrarstøð uttanlands. Hon vísir á, at lestrarfeløg og eitt gott sosialt umhvørvi eru ein týðandi partur av lestrarlívinum og gera lestrartíðina til meira enn bara undirvísing.

Bjarni Kárason Petersen heldur, at Føroyar kunnu gera meira fyri at gerast eitt meira lokkandi lestrarstað. Hann sigur, at tað krevur politisk átøk, um fleiri ung skulu velja at lesa í Føroyum og fleiri skulu venda heimaftur eftir loknan lestur. Millum annað heldur hann, at tørvur er á einum kampusi, sum kann skapa eitt sterkari lestrarumhvørvi, har lesandi fáa betri møguleikar at gerast partur av einum virknari felagsskapi – nakað, sum nógv kenna frá lestrarumhvørvum í Danmark.

Vilt tú hoyra alla samrøðuna? So kanst tú lurta her: