Klaksvík
12°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
Podcast røð: Frískt lot

Exit Føroyar í Frískt lot

David Thomassen

Í 2024 bleiv Exit Føroyar av álvara tikið upp aftur, tá dentur var lagdur á, at 40% av hvørjum árgangi flyta av landinum at lesa og at bert helvtin av teimum flyta heim aftur. Hetta førir til, at ein fimtipartur av hvørjum árgangi hvørvur.

Í hesi Frískt lot-sendingini viðgera David og Rannvør rákið við fleiri gestum.

Alda Lamhauge, ið ikki væntar at flyta heim aftur til Føroyar og Ragnar Sjúrðarson, sum í ár helt eina flaggdagsrøðu á Regensen, ið millum annað eggjaði føroyingum til at velja Føroyar og flyta heimaftur, luttaka í einum práti um hesi bæði ymisku sjónarhornini.

Mekhala O. Kollslíð, ið hevur roynt at lesa bæði í Danmark og í Føroyum og Bjarni Kárason Petersen, ið sum løgtingsmaður hevur lagt stóran dent á týdningin av at styrkja lestrar møguleikarnar og umhvørvið í Føroyum, vera eisini við til eitt prát um, hvussu føroyska lestrarumhvørvið kann gerast meira kappingarført.

At enda hoyra vit eisini eitt boð uppá eitt summarhitt, sum Jónas Gaard og Marius DC hava gjørt í felag.