Alda Sigurdsdóttir Lamhauge, ið er ný útbúgvin arkitektur og ikki ætlar sær at flyta heimaftur til Føroyar, og Ragnar Sjúrðarson, ið er undir løgfrøðilesnaði og ætlar sær heimaftur aftaná loknan lesna, vóru við til eitt prát í Frískt lot, har tey millum annað prátaðu um orsøkirnar til teirra ymisku ætlanir.
Alda lýsti kensluna av at ikki kenna seg heima í Føroyum, og hvussu tað, at øll kenna teg og halda seg vita, hvør tú ert, kann vera ein forðing fyri at broytast ella uppfinna seg sjálva av nýggjum.
Ragnar legði dent á at nýta tjóðskaparkensluna sum eina drívmegi at flyta heim, og ikki lata eitt hægri prísstøði ella ein heitan bústaðarmarkna forða føroyingum at flyta heim.
At enda bleiv prátað um hvat kann gerast fyri at lokka føroyingar heimaftur eftir loknan lesna.
Ynskir tú at hoyra alla samrøðuna við Aldu Sigurdsdóttir Lamhauge og Ragnar Sjúrðarson kanst tú hoyra hana her:
