Á ferð kring landið at savna inn vitan um staðveðrið, gjørdi tey á Veðurstovu Føroya í mars samrøðu við toftamenn um, hvussu ættirnar eru á Nesi, Toftum og á Saltnesi. Hetta var 40. samrøðan. Ætlanin er at gera samrøðu í øllum støðum í landinum.
Sunnast í Eysturoy eru bygdirnar Saltnes, Toftir og Nes. Tær liggja vestan fyri ein lágan fjallarygg, har sum Høganes (114m) er tað norðasta og Vørðan (127m) er tað hægsta. Ryggurin er nokkso javnur, og har er einki skarð ella hálsur.
Ryggur verjir væl ímóti eysturættunum, og ættirnar úr norði og niður í landsynning eru bestu ættirnar til vind og avfall. Tað blíva ikki keðiligar merkist lítið til vind, sama hvussu nógvur vindur er kring landið. Tey standa viðhvørt spyrjandi, t.d. tá ið Smyril avlýsir fyri veður ella má fara vestur um Sandoynna. Tey hava ongan vind. Tað er sum inni.
Vesturættirnar hava mesta vindin – t.e. útsynningur og vestan. Útnyrðingur er nakað frægari, tí Strandafjall ber uppfyri. Hvirlur eru ikki vanligar, um nøkur er, so eru tað av vesturættunum.
Tað er ikki nógvur mjørki har. Eysturættirnar um summarið kunnu vera ringar. Lágættirnar – t.e. millum landsynning og útsynning – eru ofta vátar. Alt avfallið er úr brúgvaløgum, samregn ella ælaveður. Lendið er so lágt, at har er einki orografiskt regn – fjallaregn.
Sjóvarfallið ávirkar ikki mjørkan. Tey hava lítið rák, sum er inn við Strandalandinum og út við Rókalandinum. Innan fyri Rók rekur als ikki. Flóð og fjøra eru bert tengd av há- og lágtrýstum.
Besta summarið í nýggjari tíð var eitt árið, hann lág høgur alt summarið. Brennandi sól og lítil vindur alla tíðina.
Har er lítil uppgangur og lítil munur á flóð og fjøru. Nógv neyst standa bara ½ metur oman fyri sjóvarmálan.
Fyri at fáa meiri at vita um veðrið á øllum ættum í Saltnesi, á Toftum og Nesi setti Veðurstovan seg í samband við 3 mans á staðnum. Teir bjóðaðu okkum at koma í B68-húsið á Svangaskarði at koma at tosa um staðveðrið.
Les meira um veðrið í hesum bygdunum á heimasíðuni hjá Veðurstovu Føroya – www.vedur.fo. Niðast á forsíðuna síggjast snarslóðirnar, og undir har er staðveðrið. Skrolla niður til Saltnes, Toftir og Nes.
Góðan lesihug.