icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Einar´s Distillery hátíðarheldur 10 ár

Jóhann Lützen

Einar´s toymið hevur í longri  tíð arbeitt við eini serútgávu av Whisky, ið kemur á marknaðin beint áðrenn Ólavsøku – hósdagin tann 23. Juli 2026.

Serútgávan av Einar´s Single Malt Whisky er á 56 % vol.

Hon hevur lagrað á trimum ymiskum føtum: Bourbon, Oloroso og á donskum eikiføtum.

Smakkurin er serstakur, djúpur og hevur tildømis smakkinotur av tropiskum fruktum-, lakress- og ein farra av saltráka.

Ólavsøkuútgávan hevur fingið sera góð skotsmál frá serfrøðingum og verður hon til keyps í avmarkaðari nøgd hósdagin tann 23. Juli 2026 í Rúsdrekkasølu Landsins, á flogvøllinum og umborð á Norrønu.