Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hvør eigur vakrasta urtagarð 2026?

klaksvik.fo

Nú skal vakrasti urtagarður í Klaksvíkar kommunu finnast, og tú hevur møguleika melda teg, ella ein tú kennir, til kappingina. Allir havar kunnu vera við – lítlir, stórir, krukkuhavar v.m.

Tilmelding og innstilling fer fram umvegis teldupost klaksvik@klaksvik.fo. Telduposturin skal frámerkjast: Vakrasti urtagarður. Tey, sum verða innstillað, blíva síðani spurd, um tey ynskja at luttaka. Freistin at melda til er 16. juli 2026 kl.12.00.


Dómsnevndin:

Í dómsnevndini sita: Signhild V. Johannesen, forkvinna í mentanarnevndini, Hans Hjalti Skaale, býargartnari og ein uttanveltaður serkønur persónur. Dómsnevndin kemur at hava eina skoðan í summar. Hetta verður væntandi í viku 30 og í august verður vinnarin avdúkaður. Vinningur verður latin til besta urtagarð. 

Dómsnevndin kemur at døma út frá hesum viðurskiftum:

  • Gras: væl sligið, lítið ókrút, kantar væl skornir, og sligið gras er burturbeint.
  • Blómur: deyðar plantur beindar av vegnum, planturnar eru væl fyri, og onki ókrút í blómuteigum.
  • Hekkur: tættur og væl kliptur, og deyðar plantur eiga ikki at standa í girðingini.
  • Trø: deyðar greinar eiga ikki at vera á trænum, og træið er væl røkt.
  • Gøtur og tún: hvat er túnið gjørt av (asfalt, flísar, grús, betong o.s.fr.), órudd eigur ikki at liggja í túninum mosi og ókrút eigur ikki at skemma, reint og vakurt