Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Norðoyingar slignir á nevið

Jóhann Lützen

Tvær ferðir hevur Landsstýrið sagt við nýrasjúkar norðoyingar og eysturoyingar, at teir avgjørt ikki skulu vænta sær at kunna fáa dialysu í nærumhvørvinum. Og at íløgukarmurin er ov lítil til at gera nakað við byrgingina um Haraldssund, eins og ov lítil til at gera nakað við Oyrarvegin.

Tá ið ein hugsar um stóra stuðulin, sum serliga Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin fingu í Norðoyggjum, er ikki nógv at siga til, at norðoyingar eru vónbrotnir. Norðoyggjar hava 6 tingfólk í Løgtinginum umframt stjórnarleiðaran, men tað er synd at siga, at tað sæst aftur. Í øllum førum enn.

Í 2021 sótu Fólkaflokkurin og Sambandsflokkurin eisini í samgongu, og tá reisti Javnaðarflokkurin, sum nú er við í sitandi samgongu, spurning um, nær byrgingin um Haraldssund fór at verða liðug. Tá svaraði Jørgen Niclasen spyrjaranum, Eyðgunn Samuelsen, at tað fór at vera ”um 6-7 ár”. Tað vil siga komandi ár. Men nú sigur Jacob Vestergaard, at ”íløgukarmurin hjá landinum er avmarkaður” og ”vónandi ber til at raðfesta verkætlanina”, men hann hevur onga tíðarætlan fyri tí.

Viðv. Oyrarvegnum verður somuleiðis svarað við flosklum, her at ”játtanin bert til einar 6,7 km um árið”, so ”Tí er tað eisini trupult at raðfesta” og ”vónandi ber til at raðfesta arbeiðið innan rímiliga tíð”.

Og tvær ferðir er Eyðdis Hartmann Niclasen spurd um dialysuviðgerð á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, sum Nýrafelagið hevur strongt á fyri at fáa. Hóast hon sigur seg hava ”politiskan vilja og ætlanir um at fáa skipað fleiri viðgerðir og heilsutænastur í nærumhvørvinum hjá borgarunum”, so er endaliga svarið báðar ferðir, at tað ætlar hon ikki.

So hóast norðoyingar góvu samgonguni dyggan stuðul 26. mars, er ilt at síggja nakra tøkk fyri stuðulin.