Klaksvík
13°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Freyja ávegis til Íslands

Dávur Winther

Tað kom ein skjóttgangandi bátur við fýra monnum, stórum íslendskum flaggi og legði at uttast við bátabrúgvarnar.

Tveir andbráðir menn komu gangandi niðan brúgvarnar, og eg beyð teimum góðan dag og spurdi hvaðani teir komu.

Jú, teir vóru partur av manningini á íslendska verjuskipinum, Freyja. Høvdu verið í Norigi við einum báti, sum skuldi á beding, og nú lá leiðin heimaftur til Íslands.

Teir høvdu lagt at her við Oljukaina kl. 6 í morgun. Skuldu taka olju, áðrenn leiðin lá aftur til Íslands seinni í dag.

Men so vildu teir vita, um eitt gott etistað var í Klaksvík til 18 mans. Jú, sigi eg – her eru fleiri: Tað nýggjasta er KG Hotell og peikaði teimum á tað. Annars var Kafé Fríða og Angus eitt gott boð eisini.

Spurdi, hvussu teir itu, og um eg kundi taka eina mynd av teimum? Jú, tað kundi fegin – Teir itu Victor og Snorri.

Tá kundi eg ikki bara mær, at fortelja teimum, at vit eisini høvdu ein Victor í Klaksvík, sum var ”heimskendur” í Íslandi. Hann hevði verið við barnalegurnar á Ástjørn fleiri ferðir um árið í samfull 50 ár.

Har hevði Victor skipa fyri saman við fleiri føroyingum at byggja út og umvæla leguhúsini, sum eftir hesi mongu árini vóru munandi fleiri og stásiligari.

Hesi fyrikomandi menninir, Victor og Snorri takkaðu fyri prátið og hjálpina – Heilsaðu mær við íslendsku heilsanini: ”bless”, so fóru teir víðri heim í býin at kanna umstøðurnar.