Klaksvík
13°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
Podcast røð: Nøglin

Nøglin Live

Jóhann Lützen

Fylgið við Nøglini her

Í dag klokkan 16.00 er Nøglin aftur live á Norðlýsinum.

Lærdreinginir umborð á Havnabátinum vitja. Spurningurin, sum allir havnarmenn ikki tora at spyrja, men sum Nøglin sjálvandi torir: Ber tað til hjá teimum at vinna FM í ár? Ella vóru stórfavorittanir umborð á Orminum Langa bara sterkir í ár.

Fípan Fagra kemur eisini á vitjan: Kvinnumanningin hevur verið púra suveræn í summar. Vit spyrja tær, hvat tað er, sum ger, at eingin fær fatur á teimum – hvat liggur aftan fyri gullið. Er spenningurin totalt horvin? Vit taka kjansin og tippa, hvørji fara at standa við FM-heitinum, tá kappingarárið er liðugt.

Okkara fasti serfrøðingur, Kristmund, fer saman við Nøgluni at seta teir skørpu spurningarnar og greina støðuna í sendingini.

Fylg við á Nordlysid.fo kl. 16.00 – hetta mást tú ikki missa!

Lurtað og hyggið við niðanfyri