Klaksvík
10°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
Podcast røð: Nøglin

Nøglin: Hvør er bestur millum teir stóru?

Jóhann Lützen

Sunnudagin klokkan 14:00 fer Nøglin aftur í dýpið! Vit taka saman um alt tað besta frá kappingarróðrunum, tey síðstu tvey áratíggjuni, og avdúka, hvør ræður á tindinum sum besta tíggjumannafarið síðan 2006.

Men spenningurin steðgar ikki her! Ólavsøkan stendur fyri durum, og vit seta alt upp á spæl:

Smyril ella Froðbingur? Hvør fer við sigrinum hjá 6-mannaførunum við monnum?

Havnabáturin ella Ormurin Langi? Hvør teirra fer at standa eftir sum tann stóri vinnarin í 2026? Vit vita øll, hvussu tað er: Eingin minnist ein føroyameistara, sum ikki eisini vinnur Ólavsøkuróðurin.

Tí er alt upp á spæl! Sum gamla orðatakið hjá Nøgluni sigur: Ein meistari uttan Ólavsøkusigur er ein gloymdur meistari.

Lurta ella hygg við á Norðlýsinum sunnudagin kl. 14.00!