Heilsutrygd søkir viðtalustarvsfólk til kommunulæknaviðtalur í Vestmanna og Klaksvík
Um størvini
Talan er um størv sum viðtalustarvsfólk í viðtalum, har kommunulæknin ikki er í føstum starvi.
Størvini eru:
Eitt starv sum viðtalustarvsfólk í heilsumiðstøðini í Klaksvík (Heilsuøki 1).
Setanarbrøkurin er áleið 0,6 til 0,8. Talan er um tíðaravmarkað starv frá 1. september 2026 til 30. september 2027.
Eitt starv sum viðtalustarvsfólk í heilsumiðstøðini í Vestmanna (Heilsuøki 3).
Setanarbrøkurin er áleið 0,6 til 0,8. Talan er um tíðaravmarkað starv frá 1. september 2026 til 30. apríl 2027.
Førleikar og eginleikar
Tú fært upplæring í arbeiðsgongdunum í viðtaluni tær fyrstu vikurnar.
Lønar- og setanartreytir
Lønar- og setanartreytir verða sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og viðkomandi yrkisfelag.
Tá talan er um setan í fast/tíðaravmarkað starv í avloysaraviðtalu, eru setanarviðurskifti soleiðis, at umstøðurnar hjá viðtalustarvsfólki broytast, um/tá lækni verður settur í fast starv. Í eini møguligari setanarsamrøðu verða hesi viðurskifti umrødd umframt rættindi og skyldur í slíkum føri.
Umsókn
Umsókn við prógvum, CV og øðrum viðkomandi skjølum verður at senda til heilsutrygd@heilsutrygd.fo ella til Heilsutrygd, Postsmoga 52, Klaksvíksvegur 7, FO-700 Klaksvík
Umsóknir til størvini skulu vera Heilsutrygd í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 24. juli 2026.
Størvini verða sett frá 1. september 2026 ella eftir nærri avtalu.
Vilt tú hava fleiri ella neyvari upplýsingar, kanst tú venda tær til Petur Martin Hansen, deildarleiðara á Heilsutrygd á tlf. 614000, pmh@heilsutrygd.fo
Eg renni Havnadalur Backyard Ultra leygardagin og brúki renningina til at savna pening til Alzheimerfelagið í Føroyum. Tú kanst gera…
Fylgið við Nøglini her Í dag klokkan 16.00 er Nøglin aftur live á Norðlýsinum. Lærdreinginir umborð á Havnabátinum vitja. Spurningurin,…
Tað kom ein skjóttgangandi bátur við fýra monnum, stórum íslendskum flaggi og legði at uttast við bátabrúgvarnar. Tveir andbráðir menn…