Arsugaq er komið á Klaksvíkina úr Noregi eftir ymiskari útgerð áðrenn farið verður til fiskiskap við Vesturgrønland.
Tað er grønlendska felagið Arsuk Food ApS sum eigur skipið. Felagið eigur harumframt flakavirkið í Arsuk.
Eigararnir av Arsuk Food ApS eru Malik Seafood og 39 lokalir eigarar í Arsuk. Eigararnir av Malik Seafood eru Ragnhild í Skorini og Marcus Jacobsen, sum hava búð í Grønlandi í 19 ár, umframt JFK, sum er minnilutaeigari í felagnum.
Skipið er fyrrverandi Fjellmøy, og er keypt í Noreg, har tað seinastu tíðina eisini hevur verið í dokk til ymisk eftirlit v.m. áðrenn yvirtøkuna.



