Í kvøld fellir avgerðin um, hvørs KÍ kemur víðari í Champions League ella ikki.
KÍ skal spæla í Luksembourg móti meistarunum FC Atert Bissen. KÍ hevur eina 2-1 leiðslu frá fyrra dystinum, so alt er púra opið. Um KÍ vinnur, so skal KÍ møta Kauno Zalgiris úr Litava í 2. umfari í Champions League, men tapur KÍ, so skal KÍ møta Gyor úr Ungarn í 2. umfari í Conference League.
Hjá KÍ eru Sebastian John, René S. Joensen og Patrik Johannesen ikki tøkir, meðan tað er sera ivasamt, um Jákup Biskopstø verður tøkur.
Dysturin á Stade de Luksembourg byrjar kl. 19.15. Dómari verður Igor Stojchevski úr Norðurmakedónia.
