Klaksvík
16°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Í morgin fellir avgerðin hjá KÍ í Champions League

Jákup Ósá

Tað verður heitt, men tó ikki so heitt sum boðað var frá fyri nøkrum døgum síðani.

KÍ-hópurin byrjaði ferðina úr Klaksvík sunnudagin og í gjár kom hópurin uppá pláss í Luksembourg.

Nógvur hiti er ofta ein avbjóðing í slíkum londum. Dysturin byrjar kl. 19.15, og tá verða 28 hitastig og so minka hitastigini við áleið einum hitastigi fyri hvønn tíma. Hetta er heitt, men tó nakað kaldari enn forsøgnin fyri nøkrum døgum síðani, sum segði 31 hitastig.

KÍ hevur eina tepra 2-1 leislu frá fyrra dystinum við sær. Vinnarin av uppgerðini fer til 2. umfar í Champions League, meðan taparin leypur Evropa League um og fer í 2. umfar í Conference League, har sera torfør mótstøðu bíðar, tí mótstøðuliðið verður taparin av Gyor(Ungarn)-Víkingi Reykjavík (Ísland).

Sum skilst verður dysturin á tjóðarleikvøllinum í Luksemborg vístur á rásini hjá FC Atert Bissen á SolidSport við føroyskum viðmerkjara til KÍ-áskoðarar.