Klaksvík

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Partvís sólarmyrking um ein mánað

Hanus Kjølbro

12. august í ár fer at vera sólarmyrking. Mánin fer at leggja seg fyri sólina, og tey, sum eru á røttum stað, fara at uppliva tað sama sum vit upplivdu í 2015 – t.e. at tað verður myrkt eina løtu, sum um tað var um náttina.

Lat tað bara verða sagt beinanvegin, at Føroyar liggja IKKI á røttum stað hesum viðvíkjandi. Mánin fer at fjala ein stóran part av sólini, men ikki so nógv, at tað verður myrkt.   

Fyri tey, sum einki leggja í slík fyribrigdi, verður løtan einki øðrvísi enn ein vanligt. Kanska eitt sindur kámt, sum tá ið tað er támut veður ella samdrigið av einum høgum skýlagi.

Men vit eru nógv, sum tíma væl at síggja sólarmyrkingar – eisini partvísa sólarmyrking. Eri nóg klárt, fara vit at síggja mánan leggja seg fyri sólina og fjala 91% av henni. Og vit mugu minnast til at brúka rættar brillur, líka sum í 2015!

Hóast 91% av sólini er fjald, er ljósið, sum er eftir, so bjart, at næstan eingin munur sæst. Hitin kann fella nøkur stig. Í 2015 fall hitin, har undirritaði stóð, 4-5 stig løtuna, tað var myrkt. Vænti, at hitin fer at fella 2-3 stig hesaferð.  

Sambært heimasíðuni timeanddate.com fer mánin at fjala alla sólina uttan tann ovasta partin. Ein hálvmánaskapað sól fer at síggjast liggjandi (ella standandi) á hornunum beint oman fyri mánan klokkan 18:54.

Frá tí, at mánin byrjar at leggja seg fyri sólina, til alt er liðugt, ganga 1 tími og 54 minuttir. Tað byrjar klokkan 17:56 og endar klokkan 19:50.

So er tað tað, hvussu væl tað fer at síggjast í Føroyum. Veðrið hetta kvøldið kunnu vit einki siga um enn, so tað lata vit liggja á hesum sinni.

Hetta er seint seinnapart og tíðliga á kvøldi. Sólin er komin nakað væl niður á luftina, so fjøll fara at gera av, hvussu væl tað sæst kring landið. Eini góð ráð eru at hyggja eftir, hvussu væl sólin sæst til somu klokku 1-2 dagar áðrenn.

Tá ið tað byrjar, er sólin í útsynning vestan úr Føroyum, vinkulin millum havsbrúnna upp til sólina er 24 stig. Tá ið myrkingin er upp á tað mesta, er sólin í beinum vestri, 17,5 stig oman fyri havsbrúnna. Tá ið alt endar, er sólin eitt sindur oman fyri vestan, 11 stig oman fyri havsbrúnna.

Full sólarmyrking fer at vera í myrkasta økinum á kortinum. Tað byrjar í Mallorka og fer í útnyrðing yvir Spania, áðrenn tað tekur leiðina norðureftir ímóti vestara parti av Íslandi og Eysturgrønlandi. Føroyar liggja nakað eystanfyri, og vit fáa tí bert 91% sólarmyrking. Mynd: timeanddate.com

Full sólarmyrking fer at vera í myrkasta økinum á kortinum. Tað byrjar í Mallorka og fer í útnyrðing yvir Spania, áðrenn tað tekur leiðina norðureftir ímóti vestara parti av Íslandi og Eysturgrønlandi. Føroyar liggja nakað eystanfyri, og vit fáa tí bert 91% sólarmyrking. Mynd: timeanddate.com