Hugaligt norðuri í Norðhavnini har bátanir rigga til fiskarí.
Christian í Grótinum fór á miðdegi og Jupiter riggar eisini til at fara seinni í dag – eisini á makrelveiðu.
Eisini liggur Borgarin og riggar til, teir fara á gulllaksaveiðu
Christian í Grótinum hevur ligið síðani 29. mai, so tað er helst gott at sleppa á flot aftur nú.
Spennandi verður – við ynski um gott fiskarí!








