Pengaspæl og ludomani er evni í dagsins Frískt lot sending. Ein dulnevnd samrøða við ein fyrrverandi ludoman, um hansara avbjóðingar við pengaspæli verður at hoyra í sendingini.
Umframt hetta, kemur Leivur á Lakjuni, ið hevur master í bæði sálarfrøði og í psykoterapi og gudfrøði, at práta um ludomani og hvussu spælifyritøkur nýta sálarfrøði til at skapa bundinskap við teirra lýsingum og spølum.
Tinna Berg Jørgensen, ið er reportari, hevur eisini verið úti og spurt fólk um tey hava royndir við pengaspæli, og hvat fyri upphæddir talan er um.
Sendingina kann hoyrast live frá kl 15-16 her: https://stroym.fo/nordlysid_live.html
Um tað ikki er møguligt at lurta live ella, ein ynskir at lurta umaftur, so liggja sendingarnar her: https://nordlysid.fo/category/poddar/friskt-lot/
Til ber eisini at fylggja nærri við sendingini, at skriva til vertirnar og at luttaka í kappingum á instagram vanganum: https://www.instagram.com/frisktlot?utm_source=ig_web_button_share_sheet&igsh=ZDNlZDc0MzIxNw==
