Klaksvík
16°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Norðlýsið útvarpar dystin í kvøld

Jóhann Lützen

KÍ skal spæla móti FC Atert Bissen í kvøld kl 19.15 og til ber at hoyra dystin beinleiðis á heimasíðuni hjá Norðlýsinum

KÍ vann 2-1 í fyrradystinum í Klaksvík seinsta týsdag og ein javnleikur ella betri í kvøld tryggjar KÍ víðari luttøku til annað umfar í Champions League.

Norðlýsið útvarpar dystin og vertir verða Regin Sivertsen og Sverri Jensen.

Dysturin byrjar kl. 19.15 og kann hoyrast við at trýsta á netradio knøttin ovast á síðuni.

So sitið tit bara úti og njótið góðveðrið og hoyrið frásøgnina í kvøld.