Klaksvík
10°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
Podcast røð: Frískt lot

Føroyskir ávirkarir í Frískt Lot

David Thomassen
  1. Partur

Í fyrsta partinum av Frískt lot fáa Rannvør og David vitjan av Ásu Hansen og Bjørgu Sivertsen, ið eru føroyskir ávirkarir á Instagram og TikTok. Prátað verður um hvat tað inniber at vera ávirkari, at fyrihalda seg til ‘Algoritmuna’, trýsti at halda seg viðkomandi og nógv annað.

Tinna Berg Jørgensen, ið er reportari, hevur verið úti og spurt fólk hvat tey halda um at deila myndir og video av børnum á sosialum miðlum. Rannvør og David práta um vandan við vitlíki í samband við hetta, og at barnið kanska ikki sjálvt ynskir at ávísar myndir liggja úti tá tað gerst eldri.

Í sendingini hoyra vit eisini ein eggjara til nýggja lagið, ið Telemama hevur gjørt til sendingina sum teirra besta boð uppá eitt summarhitt.