Klaksvík

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Klaksvíkingur á Orminum Langa kann vinna sítt 9. FM hjá 10-mannaførum

Jákup Ósá

Hann verður millum teir fimm mest vinnandi hjá 10-mannaførum.

Klaksvíkingurin Jón Syderbø kann í kvøld tryggja sær sítt 9. FM hjá 10-mannaførum. Tey seks fyrstu eru vunnin við Klaksvíkingi í 2006, 2009, 2011, 2012, 2013 og 2015 og við Orminum Langa í 2019 og 2020. Endar Ormurin Langi millum tveir teir fremstu í kvøld, so legst 2026 afturat.

Við níggju FM við 10-mannaførum verður Jón Syderbø millum teir fimm rógvararnar, sum hava vunnið mest við 10-mannaførum. Mest vinnandi rógvarin hjá 10-mannaførum er Janus Dam-Jacobsen, sum hevur vunnið FM 11 ferðir (Átta við Klaksvíkingi, tvey við Orminum Langa og eitt við Eysturoyingi), meðan Magnus Norðberg (øll við Klaksvíkingi), Jákup Hansen (øll við Klaksvíkingi) og Svein Rógvi Nielsen Ljósstein (seks við Klaksvíkingi og trý við Orminum Langa) hava vunnið níggju.
Tað skal tó sigast, at enn er FM 2026 ikki vunnið hjá Orminum Langa, men skal tað miseydnast, so skal Ormurin Langi enda aftast og Havnarbáturin fremst og millum viðmerkjarar er tann møguleikin mettur at verða sera sera lítil.

10-mannaførini rógva á ólavsøku í kvøld kl. 17.50.

Ólavsøkusigrar

Hetta eru møguliga eisini teir, sum hava vunnið flest ólavsøkusigrar hjá 10-mannaførum, hóast vit ikki hava tað staðfest. Felags fyri allar hesar er, at teir vunnu ólavsøkuróðurin sama ár sum teir vunnu FM, um teir hava róð á ólavsøku (summir hava ikki verið við á ólavsøku, tá manningin hevur verið broytt gjøgnum árið m.a. tá menn hava verið sjómenn o.s.v.). Janus Dam-Jacobsen hevur vunnið 11 ólavsøkusigrar. Øll 11 FM-árini uttan í 2013, tá hann var sjómaður á ólavsøku, umframt í 2010 við Vestmenningi.