Klaksvík

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Jarnbreytarmenninir úr Poznań

Jóan Pauli Jacobsen

Lech Poznań varð stovnað 19. mars 1922, men kallaðist tá Towarzystwo Sportowe Liga Dębiec. Síðani hevur felagið fleiri ferðir skift navn, men undir seinna heimsbardaga mundu nazistarnir forkomið felagnum, sum tá ongantíð hevði spælt í bestu deildini, men stutt eftir seinna heimsbardaga gjørdu ítróttaembætisfólk Lech til fremsta felagið úr býnum.

Les eisini stuttligu søguna um Rógva Jacobsen og Robert Lewandowski.

Seinni heimsbardagi og týningin av stovnarunum

Tá ið nazistarnir hersettu Poznań í 1939, varð allur pólskur fótbóltur bannaður av týsku hersetingarmyndugleikunum. Týski álopsbólkurin, Einsatzgruppen, høvdu listar við nøvnum á pólskum leiðarum. Mongu stovnararnir, nevndarlimirnir og eldri hjálparfólkini hjá Lech Poznań (sum tá kallaðist KPW Poznań) vórðu handtikin.

Teir vórðu fluttir til ta ræðuligu týningarleguna Fort VII, sum lá í útjaðaranum av býnum. Har vórðu teir píndir ræðuliga illa av Gestapo, áðrenn teir vórðu skotnir í tøttu skógunum í Palędzie og Zakrzewo.

Tá ið kríggið endaði í 1945, var nærum allur tann  fyrsti bulurin av leiðarum í felagnum tyntur út. Øll skjølini, øll søgan og øll útgerðin hjá felagnum varð brend ella oyðiløgd.

Spælarar fullu í stríðnum

Fleiri av teimum ungu, lovandi leikarunum hjá felagnum mistu lívið undir ræðuligu krígsárunum. Spælarar sum t.d. Izydorzak-brøðurnir (tveir ídnir álopsspælarar) vórðu handtiknir og doyðu í týskum fangalegum. Verjuspælarin Zbikowski varð skuldsettur og skotin av eini týskari deild, og álopsspælarin Ostrowski flýddi til Warszawa, har hann fór uppí mótstøðurørsluna og fall í tí blóðuga Warszawa-uppreistrinum í 1944.

Leikvøllurin var ein vígvøllur

Undir krígnum høvdu nasistarnir lagt hald á leikvøllin í Dębiec-býarpartinum og brúkt hann til hernaðarlig endamál. Tá ið týska hersetingin varð rikin út úr Poznań í februar 1945, lá býurin í skeljasori – og heimavøllurin hjá felagnum var fullkomiliga oyðilagdur.

Tá ið spælararnir møttu upp um várið 1945, sóu teir ongan fótbóltsvøll. Grasið var burtur, og vøllurin var soraður sundur av bumbuholum, djúpum skotgrøvum og hernaðargrøvum. Alt økið var sorað av sundurbumbaðum hernaðarakførum, herklæðum, píkatráði og í ringasta føri eisini óbrostnum bumbum og hernaðargoymslum.

Uppbygging við berum nevum og jarnbreytar-spakum

Felagið hevði ongar pengar, ongar maskinur og fekk onga almenna hjálp til at rudda vøllin. Tað var her, at jernbreytarstoltleikin (Kolejorz) vísti sína sanna styrki.

Edmund Białas, sum hevði yvirlivað kríggið sum jernbreytararbeiðari, gekk á odda. Saman við teimum fáu yvirlivandi leikarunum møtti hann upp á leikvøllinum hvønn einasta dag beint eftir harðan arbeiðsdag. Við berum nevum, gomlum jarnbreytarspakum og hjólbørum fóru spælarar og fjepparar undir at flyta grót og mold í tonsatali. Teir fyltu tey djúpu bumbuholini og slættðu vøllin út, so til bar at renna á honum aftur.

Tey gomlu áskoðaraplássini úr træ vórðu brend undir krígnum. Fólk tóku tí við sær timbur, tómar kassar og múrsteinabrot heimanífrá fyri at smíða nýggjar, einfaldar girðingar, so áskoðararnir kundu standa kring vøllin.

Tann søguligi fyrsti dysturin (15. apríl 1945)

Hóast umstøðurnar vóru púra ómenniskjaligar, eydnaðist tað Białas og hansara monnum at gera vøllin kláran upp á mettíð. Einans tveir mánaðir eftir, at býurin varð fríaður, varð floytað til fyrsta almenna dystin eftir kríggið.

Tann 15. apríl 1945 spældi Lech Poznań móti sínum grannum úr Warta Poznań á tí nýruddaða Dębiec-leikvøllinum.

Fleiri túsund innføddir íbúgvar stóðu stúgvaðir saman rundan um vøllin – nógv stóðu á teimum støðunum, har bumbuholini júst vóru fylt aftur. Fyri fólkið í Poznań var hesin dysturin eitt sálarligt tekin uppá, at Pólland hevði yvirlivað, og at tað ikki hevði eydnast nazistunum at týna teirra ítrótt og mentan.

Hetta harða uppbyggingararbeiðið knýtti eitt óvanliga sterkt band millum spælarar og áskoðarar í Dębiec. Tað var júst á hesum vøllinum, sum spælararnir sjálvir høvdu skumpað mold á, at tann kenda ABC-tríeindin (Anioła, Białas, Czapczyk) trý ár seinni spældi felagið upp í bestu deildina.

Sterkt samband við grannafelag

Í teimum fyrstu og beisku mánaðunum eftir krígslok stóð Lech Poznań (KKS Poznań) í eini støðu, har teir bókstavliga manglaðu alt, ið skuldi brúkast til at spæla ein fótbóltsdyst. Tá ið liðið skuldi spæla sín allarfyrsta dyst eftir kríggið, hevði felagið hvørki búnar ella bóltar. Í teimum truplu mánaðunum eftir seinna heimsbardaga í 1945, tá ið fótbólturin í Poznań skuldi fóta sær aftur, vísti stórfelagið Warta Poznań stórsinni og rætti grannunum í Lech Poznań (tá kent sum KKS Poznań) eina hjálparhond, sum veruliga munaði.

Warta Poznań var eitt av størstu og best umtóktu feløgunum í Póllandi undan krígnum, og teir megnaðu skjótt at savna sínar leikarar aftur, meðan Lech Poznań harafturímóti stóð i á berum og manglaði munagóðar spælarar fyri yvirhøvur at kunna manna lið í 2. deild ((A-klasa) í 1945.

Fyri at hjálpa grannunum at endurreisa felagið, valdi nevndin og leikararnir hjá Warta sjálvbodnir at lata og flyta fleiri dygdargóðar leikarar yvir til Lech Poznań uttan krav um endurgjald, so teir kundu luttaka í 2. deild ((A-klasa).

Lech átti ongar búnar, og tí spældi liðið sín fyrsta dyst í grønu troyggjunum hjá Warta Poznań, sum vórðu læntar út til høvið.  Fótbóltar vóru eisini ein stór marglætisvøra í oyðilagda býnum, og Warta lænti Lech bóltar, so teir yvirlivdu fyrstu venjingarnar og dystirnar.

Fleiri spælarar hjá Lech høvdu ongar rættiligar fótbóltskógvar og máttu antin spæla í vanligum arbeiðsskóm ella læna brúktar skógvar, sum Warta hjálpti við at útvega. Henda ítøkiliga hjálpin við at útvega rættiliga útgerð tryggjaði, at Lech Poznań kundi fara á vøllin og endurbyrja sítt virksemi, hóast alt annað lá í knúsi.

Hetta gjørdi, at Lech Poznań ikki bara yvirlivdi kreppuna, men var ført fyri at menna eitt sterkt lið, sum longu fá ár eftir flutti upp í bestu deildina. Henda søguliga hendingin legði grundarsteinin undir tað heilt serstaka og vinaliga sambandið, sum enn tann dag í dag er millum fjepparar hjá báðum Poznań-feløgunum – ein felagsskapur uttan hatur ella harðskap, ið annars vanliga kann vera knýttur at grannauppgerðum.   

Lech vísir til pólska upphavið

Tann 16. januar 1957 savnaðust leiðslan í felagnum, leikarar og fjepparar til ein søguligan aðalfund at atkvøða um eitt spildurnýtt navn. Valið fall á KKS Lech Poznań. Navnið varð valt av tveimum lyklaorsøkum:

  1. Í pólskari søguskriving og  frumsagnarfrøði er Lech tann tiltikni forfaðirin, sum grundlegði pólska fólkið og tað allarfyrsta pólska ríkið (ein hending, sum sambært søgnini fór fram í Stórpóllandi á økinum kring Poznań).
  2. Navnið var tí ein innilig tjóðskaparlig og søgulig viðurkenning til røturnar hjá Póllandi. Navnið var stutt, lætt at siga og hevði ómetaliga stóra ávirkan á áskoðaraplássunum – passaði sum fótur í hosu til stolta fjepparan og arbeiðsmannamentanina í Poznań.

Gylta tíðarskeiðið í 1980-árunum

Fram til 1980-árini hevði felagið eina baldruta gongd, har felagið í høvuðsheitum ferðaðist millum fremstu og næstfremstu deildina, men eisini noyddist at spæla økiskapping í 1964-65, men steypasigurin í 1982 gav felagnum flog undir veingirnar. Góða gongdin vardi fram til 1993. Tá hevði felagið vunnið 5 meistaraheiti og 3 steypafinalur.

Felagið fór á fíggjarligan húsagang í 2006

Í byrjanini av 2000-árunum var tað upprunaliga fótbóltsfelagið KKS Lech Poznań um at hvørva fullkomiliga úr søguni vegna stóra skuld.  Í 2006 var felagið fíggjarliga niðri á knøunum og hevði beina kós ímóti almennari avtøku. Søguliga felagið var um at doyggja “á pappírinum”.

Fyri at bjarga navninum, búmerkinum og litunum, varð felagið noytt til at leggja saman við ríka grannafelagnum Amica Wronki. Hóast hetta bjargaði plássinum í bestu deildini, so bera mong eldri og trúføst viðhaldsfólk enn eina sorg í hjartanum um, at tann gamla, reina jernbreytarlinja hjá felagnum formliga varð brotin hetta árið.

Rógvi Jacobsen ella Robert Lewandowski?

Í 2007 fekk norska felagið Hødd IL tilboð um at heinta Robert Lewandowski, men valdi ístaðin at keypa fyrrverandi KÍ-leikaran Rógva Jacobsen. Felagið fekk eina ábending um táverandi ungdómsspælaran Robert Lewandowski, sum spældi í pólsku 2. deildini við Znicz Pruszków.

Tað endaði kortini við, at Hødd IL ikki hevði ráð ella metti seg ikki hava tørv á polska framherjanum, men keypti í staðin Rógva Jacobsen frá HB. Árið eftir varð Robert Lewandowski seldur til Lech Poznań fyri 2,7 milliónir og gjørdist heimskendur álopsleikari, meðan Rógvi Jacobsen gjørdist toppskjútti á føroyska A-landsliðnum (eitt met sum hann í dag deilir við Klæmint Olsen). Hinvegin hevur Rógvi skorað 2 mál ímóti táverandi italsku heimsmeistarunum, meðan tað í 5 landsdystum ímóti Italia ikki enn hevur eydnast Robert Lewandowski at skorað mál.

Sterkt mótstøðulið

Seinastu 5 árini hevur tað eydnast Lech Poznań at vinna pólska meistaraheitið tríggjar ferðir (2022, 2025 og 2026). Samanlagt hevur felagið vunnið pólska meistaraheitið 10 ferðir og steypafinaluna 5 ferðir.

Í europeiskum høpi hevur liðið vunnið á spanska Villarreal CF, danska AGF og vunnið stórt á Víkingi úr Reykjavík,  Breiðablik og FK Kauno Žalgiris. Talan verður tískil um nakrar truplar dystir hjá KÍ.