KÍ vandi í kvøld á vøllinum, har dysturin verður hóskvøldið kl. 18.00.
Talan er um eitt mótstøðulið, sum er í einum heilt øðrum flokki enn tey bæði mótstøðuliðini hjá KÍ higartil í summar, FC Atert Bissen og Kauno Zalgiris.
Uppgávan hjá KÍ verður at halda dystinum á lívi, og tað merkir eitt betri úrslit enn t.d. móti Bodø/Glimt í 2022 og Malmø í 2024, tá tað ikki hjálpti at vinna seinna dystin á heimavølli, tí tapið á útivølli var ov stórt.
Pólsku meistararnir vunnu 4-1 í Danmark móti AGF, men tapti viku seinni við somu tølum á heimavølli. Hetta skelkandi tapið bleiv vaskað burtur við sigri í landskappingini í vikuskiftinum, men hjá áskoðarunum stendur hetta vónbrotið enn so klárt, at pólskir miðlar vænta færri áskoðarar enn vanligt til altjóða heimadystir hjá Lech Poznan, sum eisini hevur fingið revsing frá UEFA undan dystinum vegna m.a. fýrverk og at liðið kom ov seint út til seinna hálvleik. Í dag vóru yvir 16.000 atgongumerki seld.
Dysturin verður stroymdur í KÍ-varpinum á heimasíðuni hjá KÍ.
