Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Skráin til NORÐ Festivalin 2026 er klár

Jóhann Lützen

Nú er skráin til NORÐ Festivalin 2026 klár. Leygardagin 29. august verður Viðareiði karmur um ein fjølbroyttan festivaldag við tónleiki, undirhaldi, mati og hugna – og eitt av stóru hæddarpunktunum verður, tá danski rokkbólkurin D-A-D fer á Stóra Pall klokkan 21.45.

D-A-D hevur í fleiri áratíggju verið millum kendastu rokkbólkarnar í Danmark, og festivalgestir kunnu gleða seg til at uppliva bólkin mitt í stórslignu náttúruni á Viðareiði.

Men tónleikaskráin fevnir breitt. Á Stóra Palli verða eisini Friði & Marner, Hallur Joensen, Eyðun, Terji & Kim og ROX v/Signar í Homrum at hoyra.

Í Tjaldinum byrjar tónleikurin longu fyrrapartin við Trølla Pæturi og Omman. Seinni fara Herborg Torkilsdóttir, Sámal Ravnsfjall, Rani Nolsøe, Bjarki Hansen, Blátt Gras, Páll Oddur & Finnur Koba, Edmund & Mikkjal og DJ Cool á pall.

NORÐ Festivalurin er tó meira enn bara tónleikur. Dagurin byrjar klokkan 10.00 við ókeypis morgunmati fyri gestir, og gjøgnum dagin verður eisini undirhald fyri børn og vaksin. Spæliland verður á økinum, Silvi vitjar børnini, ein kúgv verður flett, eins og Fuglafjarðar Harmonikufelag spælir.

Á Hotel Norð verður buffet frá klokkan 15.00 til 21.00, og á midnátt spælir Ottar Skottar til dans.

Við einari fjølbroyttari skrá frá morgni til langt út á náttina verður lagt upp til ein fullan festivaldag á Viðareiði.

NORÐ Festivalurin verður leygardagin 29. august 2026. 

Skráin í stuttum:

Stóri Pallur:
Kl. 18.00 – Friði & Marner
Kl. 19.45 – Hallur Joensen
Kl. 21.45 – D-A-D
Kl. 00.00 – Eyðun, Terji & Kim
Kl. 01.45 – ROX v/Signar í Homrum

Tjaldið:
Kl. 11.15 – Trølla Pætur og Omman
Kl. 15.00 – Herborg Torkilsdóttir
Kl. 16.00 – Sámal Ravnsfjall
Kl. 17.00 – Rani Nolsøe
Kl. 19.00 – Bjarki Hansen
Kl. 20.45 – Blátt Gras
Kl. 23.15 – Páll Oddur & Finnur Koba
Kl. 01.00 – Edmund & Mikkjal
Kl. 02.45 – DJ Cool

Hotel Norð:
Kl. 15.00 – Buffet letur upp
Kl. 21.00 – Buffet letur aftur 
Kl. 00.00 – Ottar Skottar spælir til dans

Harumframt eru fleiri tiltøk og undirhald á skránni gjøgnum dagin.

Fulla skráin sæst á viðheftu myndini.