Tað heldur Kjartan Joensen í Leirvík, sum á Fiskivinnutinginum á Sjómannadøgunum heitti á myndugleikarnar at forbjóða at brúka gággu sum agn.
Kjartan Joensen var harmur um, at vit í Føroyum sorla smáfiskin, yngulin, sundur. Hann helt, at tað ber til at sleppa undan at taka ungfiskin burtur úr toskastovninum við at broyta agnskipanina. Hann eftirlýsti, at ov lítið var at hoyra um tað. Til ber at skilja hjáveiðuna niðri á botni við rist, helt hann fyri, og hann hevur drúgvar royndir við rist og troli, og hann metti tað vera eins lætt at skilja greipufiskin, sum hann nevndi smáa fiskin, burtur frá restini við at broyta agnið.
Hann heitti á Havstovuna og landsstýrismannin í fiskivinnumálum um at bera so í bandi, at bann verður sett fyri fjøruagni og gággum sum agni. Tað er als ikki neyðugt at sigla kring oyggjarnar og drepa ungfiskin við gágguagni, legði hann eina við.
