Nú hoyrist nógv um nebbasild og annað, – og um sjófugl um okkara leiðir.
Eg hugsi mest um lundan, tað tíðina tá fuglurin minkaði við Føroyar. Tað var tíðuligt, at tað var føðin, ið manglaði. Tí lundin fleyg við tarabrosmum, ternumurtum og øðrum, sum pisurnar ikki kláraðu at svølgja, tá tær vóru nýútkomnar. Teir lundarnir ið sóðust flúgva við teirri smáu lundasildini, sum vit kallaðu ta, vóru upp í 16 tímar burtur frá holuni, – og tað var ikki nog mikið at fórða pisuna við. Harafturat blivu teir av og á jagstraðir av rovfugli, so teir mistu fongin, og mátti so av stað aftur eftir nýggjum fongi. Av tí sama doyði so gott sum allar pisurnar.
Vanligt var, at sildin vaks í stødd, meðan lundapisan eisini vaks, – til Ólavsvøku. Tá roknaði man við, at pisan fór úr holuni, og royndi at koma sær á sjógv.
Hví gekk tað soleiðis? – Tann smáa nebbasildin kom vanliga í junimána. Tey árini kom hon sum vanligt, – Men um 20 juni kom kuldi, og sildin bleiv burtur. Hun flutti til heitari støð, lang frá Føroyum. Tá ið hitin kom aftur, og sildin kom aftur í juli/august, var sildin so lítil, at tær fáu pisurnar, ið tá vóru á lívi, ikki fingu nokk av føði. So nøkur ár doyði so gott sum allar pisurnar.
Okkurt ári var nógvur makrelur við allar Føroyar. Makrelur er rovfiskur, so hann tók alt,sum var etandi.
Náttúran hevur tann eginleikan, at hon roynir at tillaga seg til broytingar. Og so var eisini hesaferð-
Nakrir lundar løgdust ein mána seinri í nøkur ár, og tað gjørdi at lundapisan ikki kom út fyrr enn á Ólavsvøku. Tá sást lundi flúgva við sild allan augustmánaða, og tá vaks sildin samstundis, sum pisan vaks. Og har komu allar pisurnar undan.
Men so kom hitin aftur í junimánaða, og eisini sildin. Sildin vaks alla tíðina, so teir lundarnir, ið vorpi til vanliga tíð fingu pisuna undan, meðan teir lundarnir, ið løgdu ein mánaða seinri, kláraðu ikki at føða pisuna, tí tá var sildin so stór, at pisan ikki kláraði at svølgja hana. Og mátti teir lundarnir aftur umstilla seg til at verpa vanliga tíð.
Tá ólag hevur verið á náttúruni í so langa tíð, má roknast við at rúm tíð gongur, áðrenn fuglurin kemur fyri seg aftur.
Onkur av teim ungu heldur at nógvur fuglur er at síggja í dag, men teir vita ikki hvussu nógvur fuglur var, tá hann var upp á tað mesta.
Liviumstøðurnar hjá fugli eru ikki tað sama í dag, sum tá nógvur fuglur var í Føroyum.
Í 1962 rak olja inn á Føroyar eystan ífrá, og tá doyði nógvur svartfuglur. Men tað merktist ikki so væl, tí at umstøðurnar at koma fyri seg aftur, vóru betur hjá fuglinum tá, enn í dag.
Nógvur fuglur livdi av tí, ið flakavirkini koyrdu á sjógv. Í dag verður onki koyrt burtur, so har far fuglurin onki at eta, og skal hann tí til onnur støð, at fáa sær føði. Vit menniskju tóju føði hjá bæði fiski og fugli. Og so vóru veðurlagsbroytingar. Onkrar vanlukkur órógvaðu eisini, og óiva mangt annað. Eisin gjørdi hetta at ólag kom í javnvágina í nátturuni. Alt hetta gjørdi umstøðurnar hjá fugli, og øðrum, truplari og truplari.
Tá ið vit gera okkum inn á náttúruna, so mikið, at tað er í meira lagi, so mugu vit rokað við, at hon lønir okkum tað aftur á onkran hátt.
Tað var ikki bara svartfuglurin, ið minkaði. Heiðafuglurin kendi eisini sviðan. Tað kom fyri, at ternan rímdi frá eggunum, tí hon kendi á sær at ungarnir ikki komu undan.
Ein dagin gekk eg fram við einum ternubøli. Har vóru fleiri hundra ternur, og reiðrini vóru full av eggum. Dagin eftir var ongin terna at síggja, og eggini vóru køld.
Ein ungi var komin undan, men tað sást bara ein terna, og ongin makið. Henda ternan royndi at flúgva við føði til pisuna. Men ein dag var pisan ikki at finna, – óiva tikin av rovfugli, og so var henda ternan eisini burtur.
Havhesturin minkaði eisini, sjálvt um hann er ein tann harðbalnastu fuglurin um okkara leiðir. Og so kann hann eta alt sum rekur fyri nevi.
Tí betur gongur rætta vegin. Heiðafuglur er aftur at hoyra og síggja í haganum. Tað sær út sum lundi og lomviga og havhestur menna seg spakuliga og eru meira og meira at síggja.
Rovfuglurin gerð alt meira um seg við at jagstra annan fugl, tí nú fær hann onga føði frá flakavirkunum.
Vit kunnu ikki vænta at fuglameingið verður tað sama aftur, sum tá tað var mest av fugli í Føroyum, tí liviumstøðurnar hjá fugli eru ikki tær somu nú, sum tær vóru tá.
Friðing í sær sjálvum gevur onga meining, tá tað er føðin, ið manglar. Umráðandi er at røkja støð, har fuglur heldur til, og ikki órógva han óneyugt. Lundi skal helst sleppa at sita í lundalandinum eina tíð av degnum.
Tað kundi verið nógv meira sagt um hetta evni, men einaferð skal man enda. Vónandi síggja komandi ættarlið, at fuglurin kemur fyri seg aftur.