Tað er eitt rák fyri, hvar løgmenn koma frá og hvør vinnur finaluna um løgmanssteypið hjá Víkingi og KÍ.
Síðani 1994 hevur KÍ vunnið løgmanssteypið fýra ferðir. Hvørjaferð hevur ein norðoyingur handað KÍ løgmanssteypið. Tvær ferðir Aksel V. Johannesen og so Anfinn Kallsberg og Finnbogi Ísakson. Í 1994 var Marita Petersen løgkvinna, men á finaludegnum hevur hon havt fráfall, og tí var tað varaløgmaður, Finnbogi Ísakson, sum handaði KÍ løgmanssteypið.
Hjá Víkingi er eisini eitt rák, sum gongur aftur fyri allar sjey steypasigrarnar. Tað er, at tað hevur verið ein sambandsmaður, sum hevur handað løgmanssteypið. Fimm ferðir Kaj Leo H. Johannesen og tvær ferðir Bárður á Steig Nielsen.
Beinir Johannesen var burturstaddur
Løgmaður, Beinir Johannesen, var burturstaddur leygarkvøldið, og tí var tað varaløgmaður, sambandsmaðurin Bárður á Steig Nielsen, sum handaði løgmanssteypið. Si yvirlit niðanfyri.

