Høgravíðgongdi AfD hevur vunnið ein søguligan stórsigur á landstingsvalinum í Sachsen-Anhalt í Týsklandi. Sambært fyrstu úrslitunum fær flokkurin umleið 44,5 prosent av atkvøðunum – meira enn tvífalt so nógv sum á valinum í 2021.
Samtundis fær stjórnarflokkurin CDU eitt risa skot fyri bógvin. Flokkurin, sum hevur stýrt Sachsen-Anhalt síðani 2002, fer úr 37,1 prosentum í 2021 niður í umleið 18,5 prosent.
Talan er um eitt av størstu úrslitunum nakrantíð hjá AfD og fyrstu ferð síðani seinna heimsbardaga, at ein flokkur á høgravonginum vinnur eitt týskt delstatsval við so stórum muni.
Men sigurin gevur ikki neyðturviliga AfD valdið.
Flestu aðrir flokkar hava gjørt greitt, at teir ikki vilja samstarva við AfD. Skal flokkurin sjálvur skipa stjórn, má hann tí hava meiriluta einsamallur – og fyrstu tølini benda á, at tað ikki eydnast.
Tað merkir, at Týskland nú stendur við einum politiskum paradoksi: AfD er nógv størsti flokkurin, men kann kortini verða hildin uttanfyri stjórnina.
Valúrslitið er samstundis ein álvarslig ávaring til konservativa CDU og til samgonguna hjá samveldiskanslaranum Friedrich Merz. AfD hevur serliga vunnið fram í Eysturtýsklandi, har ónøgd við innflyting, búskap og teir etableraðu flokkarnar hevur verið ein týðandi partur av valstríðnum.
Við einum úrsliti upp á meira enn 44 prosent hevur AfD nú prógvað, at flokkurin ikki longur bara er ein mótmælisrørsla í týskum politikki.
AfD hevur vunnið valið. Spurningurin er nú, um hinir flokkarnir megna at steðga flokkinum í at vinna valdið.
Hvat vil AfD?
Um mann skal siga tað heilt einfalt, er politiska verkætlanin hjá AfD ein grundleggjandi høgrasnaring av Týsklandi: minni innflyting, minni ES, minni veðurlagspolitikkur, lægri skattir og minni statslig regulering – samstundis sum tjóðskapur, familja, innara trygd, kjarnorka og týskt sjálvræði verða sett nógv sterkari í miðdepilin.
