Sáttmálarnir, ið Kommunala Arbeiðsgevarafelagið hevur við Starvsfelagið og Heilsurøktarafelagið
fara úr gildi tann 1. oktober 2026.
Partarnir hittust í farnu viku til innleiðandi samráðingar.
Starvsfelagið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið hava verið saman seinnapartin í dag, og hava
handa krøv.
Heilsurøktarafelagið og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið hava avtalað at handa krøv fríggjadagin 25.
september.
Kommunala Arbeiðsgevarafelagið ynskir at gera sáttmálar, sum eru á sama støði, sum sáttmálarnir á
privata arbeiðsmarknaðinum.
Føroya Pedagogfelag
Sáttmálin millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið fyri námsfrøðingar og
hjálparfólk á kommunala sáttmálaøkinum fór úr gildi tann 1. apríl 2026.
Partarnir hava havt innleiðandi samráðingar – og hittust fyrrapartin í dag at handa krøv.
Kommunala Arbeiðsgevarafelagið legði síni krøv fram, meðan Føroya Pedagogfelag ynskti at bíða við
hesum til seinni í mánaðinum. Føroya Pedagogfelag vendir aftur við uppskotið um møguliga
fundartíð til aftaná 25. september.
Aðrar samráðingar, ið eru í gongd
Føroya Skipara- og Navigatørfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið hittust á fundi fríggjadagin 4.
september. Avtala er um, at Kommunala Arbeiðsgevarafelagið ger eitt útkast til eina 3 ára semju.
Partarnir hittast aftur á fundi hósdagin 10. september.
Aðrir fundir eru avtalaðir við m.a. Føroya Arbeiðarafelag um dagrøktarar í morgin 8. september.
Kommunala Arbeiðsgevarafelagið er eisini í samráðingum við m.a. Føroya Handverkarafelag &
Landsfelag Handverkaranna og Maskinmeistarafelagið. Arbeitt verður við at áseta fundir við nevndu
feløg.
Sáttmálasamráðingarnar við Heilsuhjálparafelag Føroya eru ikki tiknar upp aftur síðani báðir partar
vrakaðu semingsuppskotið, sum varð lagt fyri partarnar undan summarfrítíðini.
Kommunala Arbeiðsgevarafelagið tann 7. september 2026
Per Martin Gregersen, formaður
