Hevur tú góðan sans fyri skipan, ábyrgd og samstarvi?
Vit leita eftir einum dugnaligum og álítandi goymsluleiðara, sum skal hava høvuðsábyrgdina av okkara goymslu og vøruflutningi til el-deildina.
Arbeiðsuppgávur
Sum goymsluleiðari fert tú at hava ábyrgd av:
• At bíleggja vørur til el-deildina.
• At taka ímóti vørum og skráseta tær í bókhaldsskipanina.
• At avgreiða vørur til okkara viðskiftafólk.
• At syrgja fyri, at goymslan altíð er væl skipað, rein og ruddilig.
• At vera við til at menna og bøta um arbeiðsgongdir á goymsluni.
Vit vænta, at tú
• Ert skipað/ur og arbeiðir sjálvstøðugt.
• Hevur góð samstarvsevni og ert tænastusinnað/ur.
• Hevur telduførleikar á brúkarastøði.
• Hevur ábyrgdarkenslu og eyga fyri smálutum.
• Royndir við goymsluarbeiði, innkeypi ella el-arbeiði eru ein fyrimunur, men ikki eitt krav.
Vit bjóða
• Eitt sjálvstøðugt og fjølbroytt starv.
• Góðar arbeiðsumstøður í einum góðum arbeiðsumhvørvi.
• Møguleika fyri fakligari menning.
• Starvsbyrjan eftir nærri avtalu.
Løn
Løn eftir avtalu.
Umsókn og nærri upplýsingar
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at seta seg í samband við Hilmar á tlf 284500 ella senda spurningar í maili á hilmar@el-in.fo
Vit gleða okkum at hoyra frá tær
Hósdagin 17. september kl. 19.30 verður rúmdarfyrilestur í Varpinum við David Arge Klevang, Associate Professor á DTU Space – Institut…
Fyrr í vikuni varð arbeiðstakarasáttmáli undirskrivaður millum Nes kommunu og RTS, sum skal laða 80 metrar av brimverju til vinnuøkið…
Eldraráðið í Norðoyggjum hevði mikudagin vitjan av Eldraráðnum í VEKS, og á felagsfundi í Smæruni varð støðan á eldraøkinum umrødd….