Vit telja ofta kostnaðin av loysingini. Men hvat er virðið av Føroyum?
Hvítabókin frá 1999 royndi at svara, hvat tað kostaði Føroyum at gerast sjálvstøðugt ríki.
27 ár seinni er tíðin komin til eina nýggja Hvítabók.
Men hesa ferð eigur roknistykkið ikki bara at snúgva seg um, hvat loysingin kostar.
Tað eigur eisini at snúgva seg um, hvat eitt sjálvstøðugt Føroyaland er vert.
Og har er eitt stórt øki, sum eigur at fáa munandi størri pláss enn í gamla roknistykkinum: Geopolitikkurin.
Føroyar liggja ikki bara mitt í Norðuratlantshavi
Føroyar liggja mitt í einum av heimsins strategiskt týdningarmestu økjum.
Vit liggja millum Skandinavia, Bretland, Ísland og Grønland – og mitt í sambindingini millum Norðuratlantshavið og Arktis.
Føroyska landøkið er lítið.
Men føroyska havøkið er umleið 274.000 ferkilometrar.
Og tað er júst havøkið og staðsetingin, sum ger Føroyar áhugaverdar.
USA og Russland eru hvør sínu megin við Norðuratlantshavið. NATO hevur í áratíggju mett økið millum Grønland, Ísland og Bretland – GIUK-gap – sum strategiskt avgerandi fyri sambandið millum Norðuramerika og Evropa.
Í dag er áhugin vaksin.
NATO sigur beinleiðis, at Arktis og High North fáa alsamt størri strategiskan týdning, og at økið er ein gátt til Norðuratlantshavið við týdningarmiklum handils-, flutnings- og samskiftisleiðum.
Og Føroyar liggja mitt í hesum økinum.
Tað kann eisini verða ein búskaparligur fyrimunur
Hetta er ein partur av føroyska sjálvstýrisorðaskiftinum, sum eigur at verða tikin nógv meira álvarsliga.
Geopolitiskur týdningur er ikki bara ein trygdarspurningur.
Tað kann eisini vera ein búskaparligur møguleiki.
Eitt sjálvstøðugt Føroyaland kann sjálvt samráðast um og skipa fyri:
- havna- og transitvirksemi
- maritimum tænastum
- bunkring og proviantering
- leiting og bjarging
- veður- og havrannsóknum
- sjótrygd og navigatión
- samskiftis- og dátutænastum
- eftirliti og vaktarvirksemi
- leiting og gransking í Norðuratlantshavi
- altjóða vinnu- og handilsavtalum
- strategiskum samstarvi við NATO, USA, Bretland, Ísland, Noreg og ES.
Tað merkir ikki, at vit kunnu seta eitt tilfeldigt milliardatal á hesi møguleikarnar.
Men tað merkir, at ein nýggj Hvítabók eigur at royna at meta um teir.
Arktis flytur seg nærri
Ein onnur stór broyting síðani 1999 er, at Arktis er vorðið munandi meira atkomuligt.
Í 2025 komu 1.812 ymisk skip inn í Polar Code-økið. Tað er ein vøkstur upp á 40 prosent síðani 2013. Samanlagda siglda leiðin hjá skipunum er vaksin heili 95 prosent.
Arktiska Ráðið staðfestir samstundis, at nýggjar sjóleiðir eru við at lata seg upp, samstundis sum skipaferðslan økist.
Tað er ein gongd, sum Føroyar eiga at hyggja nógv nærri at.
Tí vit liggja beint sunnan fyri Arktis.
Tá skipaferðslan í Arktis veksur, kann strategiska og maritima støðan hjá Føroyum eisini fáa størri týdning.
Og tá eigur spurningurin at vera:
Hvat kann eitt sjálvstøðugt Føroyaland fáa burtur úr hesi støðuni?
Vit skulu ikki selja Føroyar – vit skulu duga at brúka støðuna
Hetta snýr seg ikki um at leiga Føroyar út til stórveldi.
Tað snýr seg um at skilja, at geografiin er eitt føroyskt strategiskt tilfeingi.
Vit kunnu ikki flyta Føroyar.
Men vit kunnu sjálvi avgera, hvussu vit brúka okkara staðseting.
Ein sjálvstøðug tjóð við strategiskari staðseting, stórum havøki, fiskiríkidømi, maritimari vitan og einum vælútbúnum fólki hevur eitt annað samráðingargrundarlag enn eitt lítið land, sum letur onnur ríki umsita stóran part av sínum uttanríkis- og trygdarpolitikki.
Føroyar eiga tí at spyrja:
Hvat er okkara strategiska virði?
Og:
Hvussu umseta vit hetta strategiska virðið til føroyska vinnu, arbeiðspláss og inntøkur?
